Skriva út

Setrið bjóðar útbúgvingar á ymiskum stigum:

Bachelor, master, hjánám og diplom

Hvørt stig hevur síni egnu treytir fyri upptøku og sítt egna umsóknarblað. 

Títt fyrsta stig er at kanna, hvørja útbúgving tú ynskir at fara undir. Nærri kunning um einstøku útbúgvingarnar finnur tú undir “Útbúgving”.

Setrið brúkar eina talgilda skipan til umsóknir til bachelorútbúgvingar, tó undantikið maskinfrøði. Skipanin er HER.

Umsóknarbløð og leiðbeining til maskinfrøði, master, hjánám og diplom finnur tú HER.