Skriva út

BACHELOR

Vilt tú lesa á Setrinum, eru ávís upptøkukrøv, ið tú skalt lúka, fyri at verða tikin inn. Til flest allar bachelorútbúgvingar er upptøkukravið, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv og harumframt lýkur møgulig serkrøv (les inni á einstøku útbúgvingunum um møgulig serkrøv).

Tá tú søkir um upptøku til bachelorlestur á Setrinum, kanst tú gera hetta gjøgnum kvotu 2 ella kvotu 1. Umsøkjarar, ið hava maskinmeistaraprógv, kunnu søkja beinleiðis inn á bachelorútbúgvingarnar innan orku og til maskinfrøði.

Meira kunning um kvotu 1 og kvotu 2 er at finna úti í høgru síðu.