Skriva út

Bachelor í maskinfrøði

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005, at umsøkjarin hevur staðið “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-trinsstiganum.
Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.
Aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.