Skriva út

LISTAÚTBÚGVINGIN

Vilt tú inná listaútbúgvingina, eru ávís upptøkukrøv, ið tú skalt lúka, fyri at verða tikin inn. Fyrsta kravið er, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv.

Umframt hetta, er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listarligan førleikan innan annaðhvørt ritlist ella tónlist.

Verður søkt um upptøku í ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku innan tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og tilsvarandi upptøkur á í mesta lagið 5 minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu umframt lata eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið

Tá tú søkir um upptøku til listaútbúgvingina á Setrinum, kanst tú gera hetta gjøgnum kvotu 2 ella kvotu 1.

Meira kunning um kvotu 1 og kvotu 2 er at finna úti í høgru síðu.