Skriva út

Kvota 1 ella kvota 2?

Vilt tú lesa á Setrinum, eru ávís upptøkukrøv, ið tú skalt lúka, fyri at verða tikin inn. Til flest allar bachelorútbúgvingar er upptøkukravið, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv, og harumframt lýkur møgulig serkrøv (les inni á einstøku útbúgvingunum um møgulig serkrøv).

Tá tú søkir um upptøku til bachelorlestur á Setrinum, kanst tú gera hetta gjøgnum kvotu 2 ella kvotu 1.

Umsóknarfreistin til kvotu 2 er 15. apríl kl. 24:00

Umsóknarfreistin til kvotu 1 er 1. juli kl. 24:00

Les nærri um kvotu 1 og kvotu 2 til høgru.