Skriva út

”Hvat telur við?”

Metingin og viðgerðin av øllum kvotu 2-umsóknum verður einans gjørd út frá teimum skjølum, sum eru send inn saman við umsóknini. Um tú t.d. í umsóknini hevur nevnt, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir, men einki skjalprógv hevur lagt saman við umsóknini, so verður hendan starvsroynd ikki tikin við í metingini og viðgerðini. Tí er sera týdningarmikið, at tú gevur okkum øll neyðug skjøl.

Hetta er eisini galdandi fyri viðgerð av kvotu 2-umsøkjarum, ið hava gymnasialt miðnámsprógv.

Útbúgvingar og skeið

Til tess at meta um tínar lestrarførleikar, tørvar Setrinum skjalprógv fyri útbúgving/ar, ið tú longu hevur lokið ella lokið partar av. Talan t.d. vera um yrkisútbúgvingar, so sum hárfríðkanarfólk, bilmekanikari og skrivstovufólk. Talan kann eisini vera um hægri útbúgvingar, sum tú hevur lokið ella sum tú ert byrjað/ur uppá, men av eini ella aðrari orsøk ikki hevur gjørt liðugt, sum t.d. akademi-, diplom-, professiónsbachelor og universitetsútbúgvingar. Legg skjalprógv fyri øllum við umsóknini, tí alt verður tikið við í metingini.

Hevur tú tikið ískoytisprógv ella onnur fakliga viðkomandi skeið, so kanst tú eisini leggja skjalprógv fyri hesum saman við umsóknini. Talan kann t.d. vera um, at tú hevur tikið stakskeið á miðnámsskúlastigi (supplerað) ella onnur skeið, har tú hevur luttikið í undirvísing og verið til próvtøku.

Starvsroyndir

Í metingini av tínum førleikum verður hugt eftir starvsroyndum. Mett verður um, hvussu nógvar og drúgvar starvsroyndir tú hevur, umframt hvussu viðkomandi tær eru fyri útbúgvingina, ið tú søkir inn á. Starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, vekta mest í metingini, men allar starvsroyndir – eisini tær, ið ikki beinleiðis eru viðkomandi fyri útbúgvingina – verða tiknar við í samlaðu metingina. Tað vil siga, at um tú hevur arbeitt í kiosk, á flakavirki ella sum reingerðarfólk, so verður hetta tikið við í samlaðu metingina. Tó skalt tú hugsa um, at starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, vekta meiri í metingini. Tað vil siga, at um tú søkir inn at lesa námsfrøði, so er gott at hava starvsroyndir sum hjálparfólk innan barnaansing ella sum stuðul.

Royndir frá útlondum

Hevur tú verið uttanlands í longri tíðarskeið, skalt tú viðmerkja hetta í umsóknini. Talan kann t.d. vera um at tú hevur verið á háskúla, málskúla, skiftisnæmingur, InterRail ella tú hevur verið úti og fjakkað. Mett verður, at uttanlandsuppihald hevur í ávísan mun verið við til at fyrireika teg til lestur á hægri stigi. Hetta verður tikið við í samlaðu metingini, um tú leggur skjalprógv fyri hesum. Skjalprógv kunnu t.d. vera skreytblað frá háskúla ella málskúla ella ferðaseðlar, um talan er um InterRail ella at tú hevur fjakkað.

Aðrir førleikar

Hevur tú aðrar førleikar, ið tú metir verða viðkomandi fyri útbúgvingina, ið tú søkir inn á, kanst tú viðmerkja hesar og senda skjalprógv fyri teimum. Talan kann t.d. vera um sjálvboðið arbeiði í hjálparfelagsskapi, ítróttarfelagi, áhugafelagi ella politikki, har tú við ávísari ábyrgd hevur tikið leiðslu ella skipað ávíst sosialt, politiskt ella annað sjálvboðið virksemi, t.d. verið ítróttarvenjari, vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, skótaleiðari ella líknandi. Eisini kann talan vera um lívsroyndir bæði úti og heima, sum hava givið tær innlit og lærdóm, sum verður mettur týðandi fyri teg sum lesandi á hægri útbúgving. Tað kann eitt nú vera, at tú hevur verið í serligari lívsstøðu við egnum børnum, maka ella avvarðandi vegna brek ella sjúku. Um ikki ber til at skjalprógva hetta, so lýs tínar royndir og førleikar væl og grundgev fyri, hvussu hetta er viðkomandi fyri útbúgvingina ella útbúgvingarnar, ið tú søkir inn á. Sum útgangsstøði skalt tú altíð leggja skjalprógv fyri tínum førleikum, men í ávísum føri ber ikki til at fáa skjalprógv, tí t.d. talan er um, at tú hevur tikið sær av einum av tínum nærmastu avvarðandi, ið hevur verið sjúk/sjúkur. Ivast tí í, um tú skalt viðleggja skjalprógv ella gera eina nágreiniliga lýsing, kanst tú venda tær til Lestrarskrivstovuna (tlf. 352520 ella LSS@setur.fo).

Grundgivna umsóknin

Mangan geva umsøkjarar sær ikki far um, hvussu týdningarmikil grundgivna umsóknin er fyri samlaðu metingina av tínum førleikum. Hetta er tín møguleiki fyri at vísa á, hvør tú ert og grundgeva fyri, hví tú ert væl skikkað/ur til útbúgvingina. Grundgivna umsóknin er ein lýsing av tær og tínum førleikum, og hví tú ynskir at lesa júst ta útbúgvingina ella tær útbúgvingarnar, ið tú søkir inn á. Hugsa um, at grundgivna umsóknin er eins og ein umsókn til starv, har tú skalt sannføra móttakaran um, at tú ert tann rætta/rætti til starvið.

Góða ráð:

  • Byrja í góðari tíð
  • Fá onkran at lesa hana ígjøgnum og bið viðkomandi gera viðmerkingar
  • Skipa grundgivnu umsóknina væl, so hon greitt lýsir teg og grundgevingarnar hjá tær fyri at lesa útbúgvingina
  • Greið frá, hvussu tú metir, at tínir førleikar gera teg skikkaða/n til útbúgvingina
  • Vís við ítøkiligum dømum, hvussu tú hevur ognað tær neyðugu førleikarnar
  • Tryggja tær, at tú hevur lagt skjalprógv ella nágreiniliga lýsing fyri teir førleikar, ið tú nevnir í grundgivnu um sóknini
  • Søkir tú um upptøku til fleiri útbúgvingar, tryggja tær, at umsóknin tekur hædd fyri hesum ella skriva eina grundaða umsókn til hvørja útbúgving

[1] Útlendsk prógv skulu sendast til meting hjá Uddannelses- og Forskningsministeret – Styrelsen for Forskning og Uddannelse.