Skriva út
Tøk lestrarpláss 2022
Enn eru fleiri tøk lestrarpláss á fleiri útbúgvingum á Setrinum í 2022. Niðanfyri sæst yvirlit yvir útbúgvingarnar, ið hava tøk lestrarpláss, og til høgru fyri útbúgvingarnar finst umsóknarblað.
Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna. Lestrarplássini verða tillutaði so hvørt, sum umsóknirnar koma inn.
Seinasta freist at søkja um upptøku til tøk lestrarpláss er mánadagin 15. august 2022 kl. 24:00.
Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til lestur@setur.fo.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo.