University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Tøk lestrarpláss 2025

Enn eru fleiri tøk lestrarpláss á fleiri útbúgvingum á Setrinum í 2025. Niðanfyri sæst yvirlit yvir útbúgvingarnar, ið hava tøk lestrarpláss, og til høgru fyri útbúgvingarnar finst umsóknarblað.

Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna. Lestrarplássini verða tillutað so hvørt, sum umsóknirnar koma inn. 

SEINASTA FREIST AT SØKJA  UM TØK PLÁSS ER FARIN!

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til umsokn@setur.fo. 

Lestrarbyrjan er mánadagin 18. august 2025.

 

Útbúgving

Umsóknarblað

Bachelorútbúgvingar 


Bachelor í búskapar- og virkisfrøði

Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir

Bachelor í samfelagsvísindum

Bachelor í stjórnmálafrøði

Bachelor í søgu - smátjóðir og altjóðagerð

Bachelor í KT-verkfrøði

Diplom í KT-verkfrøði 

 

 

 

 

Umsóknablað - bachelor

 

 

 

 

 

 Hjánám 

Hjánám í føroyskum

Hjánám í samfelagsfrøði

Hjánám í søgu

 

 Umsóknarblað - hjánám

Masterútbúgvingar 

Master í føroyskum

Master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði

Master í søgu

Master í dátuvísindum

Master í leiðslu og skipan (gjaldsútbúgving)

Umsóknarblað - master

 

  

Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo.