Upptøkuroynd til løgfrøði
Fyri tey, sum ynskja at lesa bachelor og master í løgfrøði er serkrav at tey standa eina upptøkuroynd við einum próvtali uppá í minsta lagið 7. Endamálið er at meta um nakrar grundleggjandi førleikar hjá umsøkjaranum. Nærri kunning um hvat royndin inniheldur er at finna HER.
Upptøkuroyndin telur saman við prógvum frá miðnámi ella bachelorprógvi, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku.
Viðkomandi upplýsingar
Upptøkuroyndin verður mikudagin 28. juni 2023, kl 10-16 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøtu 25.
Tey, sum ætlað at sita til upptøkuroyndina, skulu melda seg til í seinasta lagið mikudagin 21. juni 2023 kl. 12. Hetta gera tey við at senda eini boð til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo við fullum navni og føðingardegi.
Tá tú hevur melda teg til upptøkuroyndina fært tú eitt eyðkennisnummar, ið tú skalt brúka á tínari innlating.