Skriva út

Vetrarupptøka 2022

Á fyrsta sinni fer Fróðskaparsetur Føroya at bjóða út útbúgving í vetrarhálvuni. Talan er um pláss til 25 lesandi í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði.

Nærri kunning um útbúgvingina finnur tú HER.

Umsóknarblað til kvotu 1 finst HER ella til høgru,

Umsóknarblað til kvotu 2 finst HER ella til høgru

Tú finnur eisini leiðbeingarnar í breddanum í høgru síðu.

Umsóknarfreistin er 15. november 2021 á midnátt

 

Treytir fyri upptøku

Grundleggjandi treytin fyri upptøku á hesi útbúgving á Setrinum er, at umsøkjarin hevur eitt gymnasialt miðnámsprógv. Harumframt er serkrav um, at umsøkjarin hevur staðið lærugreinarnar føroyskt A, enskt C og danskt á støði við fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Um tú ikki hevur fult miðnámsprógv ella lýkur tú ikki sertreytirnar, so kanst tú søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Neyðugt er tá, at tú í umsóknini skjalprógvar, at tú á annan hátt hevur nomið tær neyðugar førleikar til at lesa á hægri lærustovni, og tá verður ein heildarmeting gjørd av tíni umsókn.

Les nærri um kvotu 1 og kvotu 2 í breddanum í høgru síðu.

Tað er sera týðandi at tú leggur skjalprógv fyri allar viðkomandi royndir við umsóknini. Nærri kunning um hvørjir førleikar vera tiknir við í viðgerðini av umsóknini finnur tú til høgru undir "Hvat telur við?".

Av teimum 25 lesandi, ið verða tikin inn á útbúgvingina í januar 2022, verða 8 tikin inn gjøgnum kvotu 2 og 17 gjøgnum kvotu 1.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo ella ringja til 352520.

Spurningar?

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna við spurningum. Skriva til LSS@setur.fo ella ring á 352520.

Útbúgvingarfaldari

Meira