VITLÍKISSKÚLIN Á FRÓÐSKAPARSETRINUM
Hví ein vitlíkisskúli?
Vitlíki fer at broyta samfelag okkara í komandi árum, og ikki minst hvussu vit arbeiða. Tí er umráðandi, at vit saman brynja okkum til hesa framtíð.
Heildarætlanin fyri vitlíki [leinki] leggur upp til, at undirvísingarverkið setur førleikamennandi átøk í verk. Undirvísingarstýrið og NÁM hava givið út Vitlíki við skili, sum fevnir um fólkaskúla, miðnám og læraraútbúgving.
Vitlíkisskúlin er svarið hjá Fróðskaparsetrinum til hesar ætlanir. Skúlin vendir sær til vaksin, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum, og hjálpir teimum at nýta vitlíki trygt og skynsamt í sínum egna arbeiði.
Endamálið er, at stovnar og fyritøkur ikki hvør sær skulu finna sín egna veg. Tað, sum ein stovnur lærir, skal koma øðrum til góðar.
Fyrstu skeiðini verða roynd í januar 2027.
Hvat er Vitlíkisskúlin?
Vitlíkisskúlin skipar førleikamenning, vitanardeiling og netverkan um vitlíki fyri
yrkisfólk, leiðarar og avgerðartakarar í almenna geiranum, í vinnuni og í
útbúgvingarumhvørvinum.
Skúlin bjóðar:
- Grundskeið 1–3: fyri starvsfólk og einstaklingar. Skeiðini geva ein góðan og breiðan skilning av vitlíki og taka støði í arbeiðinum hjá luttakarunum.
- Serskeið: fyri starvsfólk og fakbólkar, sum vilja fara longur inn í serstøk evni, t.d. dátuvernd.
- Vitlíkiskoyrikort: talgilt smáprógv til tey, sum hava lokið grundskeiðini.
- Vitanardeiling: sýnisgluggar, framløgur, temadagar og frásagnir úr royndarverkætlanum.
Skúlin byggir á viðurkend altjóða karmaverk frá UNESCO, OECD og ES, og alt
skeiðstilfar verður almennt og opið.
Vitar
Vitar er netverkið hjá Vitlíkisskúlanum. Hvør limastovnur útnevnir ein Vita: eitt
starvsfólk við praktiskum royndum ella áhuga í vitlíki, sum er fast samband millum
arbeiðsplássið og skúlan.
Vitar knýta skúlan at føroyska arbeiðslívinum. Teir:
- greiða frá tørvinum á sínum arbeiðsplássi
- leggja egnar royndir, bæði tær góðu og tær ringu, til
skeiðsmenningina - lesa skeiðslýsingarnar ígjøgnum, áðrenn tær verða góðkendar
- bera tað, sum skúlin ger, aftur til sín egna stovn.
- Harumframt hittast Vitar til verkstovur, framløgur og sertiltøk.
Partur av felags arbeiðinum
Vitlíkisskúlin er ikki einsamallur. Skúlin er eitt av átøkunum í heildarætlanini fyri vitlíki og arbeiðir í tøttum samstarvi við Vitlíkiseindina, hini átøkini í ætlanini, skúlaverkið og Máltøknidepilin. Her kanst tú lesa meira um arbeiðið, sum fer fram aðrastaðni:
Skjøl
Námsfrøðiliga karmaverkið lýsir, hvat Vitlíkisskúlin veitir, hvussu hann undirvísir og
hví. Tað er galdandi fyri øll skeið.
Námsfrøðiligt karmaverk
Samband
Martin Mohr Olsen, PhD

Samskipari, Vitlíkisskúlin
Martin er sosiologur og arbeiðir við vitlíkisstýring, strategi
og tilgongdarleiðslu, serliga í føroyskum og
norðurlendskum høpi.
Áhugaøki: vitlíkisstýring, smá lond, talgilt sjálvræði,
máltøkni, læringarsamfeløg.
Teldupostur: martinmo@setur.fo · Telefon: 210 115