University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
KT-skipanir

Office 365

- atgongd til Microsoft Office forrit

Hvat er Office 365 pakkin?

Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Hvat er so smart við Office 365?

  • Til ber m.a. at synkronisera fílur í skýnum OneDrive uppá tvørs av fleiri eindum, so sum teldu, teldli og snildfon.
  • Til ber at deila fílur og skjøl við onnur.
  • Til ber at arbeiða saman um skjøl online, framløgur, rokniørk o.a.
  • Og til ber at fáa fullan funktionalitet, tá tú ert offline.

Hvør hevur atgongd til Office 365 pakkan?

Øll lesandi og starvsfólk á Setrinum hava atgongd til Office 365 pakkan.

Hvat kostar atgongdin til Office 365?

Atgongdin er ókeypis fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum.

Hvar kann eg heinta Office 365 pakkan?

Office 365 er at finna á hesi URL-adressuni: http://portal.office.com

Kann eg heinta Office 365 niður á fleiri eindir?

Skipanin loyvir hvørjum einstøkum brúkara at leggja Office pakkan inn á upp til fimm eindir (teldur, teldlar ella snildfonir osfr.)

Hvussu innriti eg á Office 365?

Innritingarnavnið er (lestrarnummar við punktum)@student.setur.fo – t.d.: 2026.123@student.setur.fo

Hvat er loyniorðið?

Sjálvgreiðsla er á edulogin.fo har tú kann útvega tær ella broyta loyniorðið. Loyniorðið er tað sama, sum tú brúkar til office.com, innanseturs skipanir, prent- og kopiskipanina o.a.

Les meira um, hvussu tú brúkar edulogin.fo og útvegar tær loyniorð HER.

Um eg fái trupulleikar við skipanini, hvar kann eg fáa hjálp?

Hevur tú trupulleikar við at rita inn, kanst tú seta teg í samband við KT-hjálpina her

Hevur tú trupulleikar við forritunum í pakkanum, kanst tú at seta teg í samband við KT-hjálpina. Tað er tó ikki víst, at hon kann hjálpa, um trupulleiki er við tínari teldu.

Hjálp kann eisini fáast har tú hevur keypt telduna ella frá Microsoft-umboðum á heimasíðuni hjá Microsoft – so sum HER

Heinta

Office 365

Meira