Landsbókasavnið
Landsbókasavnið er føroyska universitetsbókasavnið.
Bókasavnið er ein týðandi partur av lestrarlívinum hjá lesandi á hægri lestri og hjá granskarum annars. Her finnur tú bøkur og tíðarrit og fært atgongd til grunnar við talgildum vísindaligum greinum. Haraftrat hevur universitetsbókassavnið fjølbroyttar hølisumstøður til tín at brúka.
Her eru eisini lesipláss og arbeiðskrókar hjá tær at sita og arbeiða og lesa. Tú kanst eisini fáa tær ein drekkamunn og okkurt søtt afturvið, tá tær tørvar ein steðg.
Starvsfólkini hjá Landsbókasavninum eru altíð fús at hjálpa tær.
Lesið meira HER.
Efeingi
Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú atgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-skipanini.
Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum, um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS - Faroese Research Information Service.
Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag.
Fjaratgongd til Efeingi
Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens brúkara, ber til at fáa fjaratgongd til grunnar og talgildu tíðarritini heimanífrá.
Søk um fjarbrúkara umvegis formularin her.
Bókasavnið á Føroyamálsdeildini
Á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbs gøtu 22 er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka. Á deildini eru lesistova, tíðarritasavn og handbókasavn.
Útlán
Bókasavnið á Føroyamálsdeildini er stovnsbókasavn uttan alment útlán. Til ber tí IKKI til at læna bøkur heim við. Tilfarið er einans ætlað at verða brúkt á deildini.
Bókasavnið á Søgu- og Samfelagsdeildini
Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er staðsett í Jónas Broncks gøtu 25.
Útlán
Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán. Møguleiki er tí IKKI fyri at læna bøkurnar í savninum heim við. Men til ber at brúka tilfarið í lestrarhølum á staðnum.
Onnur Søvn
Pure.fo
Fremsti føroyski pallurin til miðling av gransking í Føroyum er PURE-skipanin, har granskingarstovnar, granskarar og teirra útgávur og avrik annars verða savnað. Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið hava tikið stig til at seta føroysku PURE-skipanina í verk, og pure.fo er gott mið at finna vísindaligar greinar og annað.
Fróðskapur
Á heimasíðuni hjá Fróðskapur, sum er HER, hava øll - leik sum lærd - fría atgongd til vísindaligar greinar og bøkur, sum Fróðskapur hevur givið út, so sum Fróðskaparrit, Frøði og vísindaligar bøkur. Greinar eru um øll vísindalig øki, og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum.
Býarbókasavnið
Á Býarbókasavninum eru góðar umstøður at sita og lesa og skriva uppgávur. Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og ljóðbøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum. Til ber eisini at lesa øll føroysk bløð og tíðarrit, umframt eitt úrval av útlendskum bløðum eisini.
Les meira HER.
Søgulig søvn á Føroyamálsdeildini
Føroyamálsdeildin hevur eina røð av søguligum søvnum, sum eru og verða talgild á ymsan hátt.
Bandasavn
Skrásetingin á bandasavninum hjá Føroyamálsdeildini er flutt frá pappíri í teldu, og upptøkurnar eru talgildar í bandasavninum HER.
Staðanavnasavn
Staðanøvn verða skrásett í teldu á Føroyamálsdeildini og eru tøkar í dátugrunni. Hesar eru innsavningarnar hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning. Les meira um staðanavnasavnið HER.
Orðaseðlasavn
Á Føroyamálsdeildini er eisini eitt orðaseðalasavn. Orðaseðlarnir eru skannaðir og verða skrásettir í einum forriti, sum er gjørt til endamálið. Les meira um orðaseðlasavnið HER.
Handritasavn
Føroyamálsdeildin eigur nakað av handritum, sum fólk hava latið deildini, summi til ognar, onnur í varðveitslu. Nevnast kunnu eitt nú handrit og skjøl eftir ávísar persónar, t.d. J. Chr. Poulsen, Chr. Matras og Eyðun Winther, kvæðahandrit, staðanavnauppskriftir osfr. Les meira um handritasavnið HER.
Atgongd til søvnini á Føroyamálsdeildini
Uttandeildarfólk kunnu søkja um atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini. Tá er neyðugt at brúka eitt serligt umsóknarblað, ið fæst við at venda sær til Lenu Reinert, lenar@setur.fo.