University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív
Bygdaleidir

Ert tú lesandi á Setrinum og fært lestrarstuðul frá Studna, hevur tú møguliga rætt til skúlakort frá SSL, ið gevur tær rætt til ókeypis ferðing millum Setrið og heim. 

  • Lesandi á hægri lærustovnum søkja á heimasíðuni hjá SSL um kortið. 
  • Skúlakortið kann nýtast at ferðast í og úr skúla einaferð um dagin. 
  • Kortið er ikki virkið í juli mánaða. 
  • Kortið kann brúkast alt lestrarskeiðið, og fer úr gildi tá lestrartíðin er av. 
  • Treytin fyri at fáa skúlakort er at tú er fulltíðarlesandi og fær stuðul frá Studna.  

Les meira um skúlakort HER.

Til ber at bíleggja um skúlakort HER.  

Gev gætur, at skúlakortið skal heintast á Lestrarskrivstovuni á Setrinum, eftir at tað er bílagt.  Tað kann taka upp til 3 vikur at fáa skúlakort.