University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív

Lestrarráð

Sum lesandi hevur tú møguleika fyri at vera við til at tryggja, at útbúgvingar og undirvísingin á Setrinum er í støðugari menning. Hetta kanst tú gera við at stilla upp til lestrarráðið á tínari deild. 

Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Endamálið við lestrarráðunum er at tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetrinum. 

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgvingar og undirvísing verða støðugt mentar.

Virkisøki og heimildir

Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið.   
    2. Viðmerkja útbúgvingarprofilar, námsskipanir og nýggjar ella nógv broyttar skeiðslýsingar. 
    3. Viðmerkja tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum lið í eftirmeting av 
    undirvísing og útbúgvingum.  
    4. Góðkenna umsóknir um avriksflutning eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðara og tryggja, at tær 
    verða viðgjørdar á rættan hátt.  
    5. Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya.

Lestrarráðslimir 

Her er yvirlit yvir tey sum umboða lestrarráðini á teimum ymsu deildunum:

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Føroyamálsdeildin

Námsvísindadeildin

Náttúruvísindadeildin

Søgu- og samfelagsdeildin

Skipan av lestrarráði

Umboð fyri lesandi verða vald fyri tvey ár í senn, meðan umboð fyri vísindastarvsfólk sita trý ár í ráðnum. Lestrarskrivstovan skipar fyri vali av umboðum fyri lesandi í tøttum samstarvi við Ráð Teirra Lesandi

Vísindastarvsfólk og lesandi  hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta: 

  • Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi  
  • Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 
  • Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 

Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð HER.

Váttan um uppstilling til lestrarráðini er at finna HER.