University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív

Lestrarskrivstovan

Avgreiðsla:
Mánadag: 10-14
Týsdag: kl. 10-14
Mikudag: kl, 10-14
Hósdag: kl. 10-15
Fríggjadag: kl. 10-12

Telefonavgreiðsla:
Telefonnr: 352500
Mánadag – hósdag frá kl. 10-14
Fríggjadag frá kl. 10-12.

Tað ber altíð til at skriva til LSS@setur.fo.
Læraraskúlin.jpg

Lestrarskrivstovan fyrisitur lestrarviðurskifti í breiðum høpi, frá upptøku til prógvhandan.

Lestrarskrivstovan vegleiðir tær viðvíkjandi lestrarfyrisitingarligum spurningum og avgreiðir uppgávur í samband við lestrarfyrisitingarlig viðurskifti og málsviðgerð.

Her fært tú lestrarváttanir, próvtalayvirlit og kanst søkja um frávik av ymiskum slag, so sum avriksflutning, farloyvi ella um tillagaða lestrarætlan.

Oyðubløð og vegleiðingar eru at finna HER. Umsóknir skulu sendast við telduposti til LSS@setur.fo.

Lestrarskrivstovan er staðsett á Frælsinum 20, beint við auluna. 

Altjóða Skrivstovan, sum umsitur skiftislesnað hjá teimum lesandi á Setrinum, er eisini á Lestrarskrivstovuni.

Tú ert altíð vælkomin at venda tær til okkum um tú hevur ivamál ella spurningar.

Um tú hevur tørv á hjálp við KT, skalt tú venda tær til KT-hjálpina HER.

Adressa
Frælsið 20, Lon 1
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
LSS@setur.fo