Lestrarstuðul frá Studna
Lesandi, sum eru innskrivað til fulltíðarlestur á Setrinum, kunnu søkja um at fáa lestrarstuðul frá Studna. Tú kanst lesa meiri um treytir og mannagongdir í samband við at søkja um lestrarstuðul á heimasíðuni hjá Studna. Bæði tann lesandi og Setrið hava skyldu at boða Studna frá, um tann lesandi ikki longur lýkur krøvini til at fáa lestrarstuðul.
Verkætlanarstuðul
Studni letur eisini verkætlanarstuðul til lesandi, sum t.d. fara skiftislestur. Tú kanst lesa meiri um verkætlanarstuðulin hjá Studna HER.
Lestrarlán
Ert tú lesandi yvir 18 ár og fært mánaðarliga studningin frá Studna, er møguligt at søkja um lán. Les meiri um tað HER.