University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív

Lestrarvegleiðing

Tú kanst altíð søkja vegleiðing - antin tað er av persónligum ella øðrum ávum. Minst til, at einki er ov smátt ella ov stórt, til at tú kanst venda tær til ein lestrarvegleiðara.
Pexels Fauxels 3182810

Lestrarvegleiðing er fyri øll lesandi, sum hava tørv á hjálp – akademiskt, persónligt, sosialt ella praktiskt í sambandi við lesturin.

Tú kanst fáa ráðgeving um at leggja lesturin til rættis, próvtøkur, motivatión, fíggjarviðurskifti, farloyvi, lestrarvanar, trivnað og onnur ivamál, og vit vísa fegin víðari, um onnur kunnu hjálpa betur.

Her fært tú hjálp

2012-Setur.fo_Bygningar-008.jpg

Føroyamálsdeildin

Læraraskúlin nýggj.jpg

Námsvísindadeildin

csm_Setursfilmur38_9545cb8a01 (1).png

Náttúruvísindadeildin

jbrcksgøta 1.jpg

Søgu- og samfelagsdeildin

IMG_4682.JPG

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Hví skal eg fara til lestrarvegleiðaran

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina, um tú hevur ivamál um:

  • Lestrarleið og útbúgving
    Val av útbúgving, valfak, skiftislestur, víðari lestur

  • Lestrartrupulleikar
    Manglandi motivatión, avriksótti, fastur í einum skrivligum arbeiði, óvissa um lestrarvanar

  • Próvtøkur
    Falnar próvtøkur, próvtøkuangist, sjúka í próvtøku, longd próvtøkutíð

  • Trivnaður og persónligar avbjóðingar
    Persónligar avbjóðingar, happing, sosial ella fíggjarlig trongd

  • Farloyvi og broytingar
    Barnsburðarfarloyvi, lestrarsteðgur, sjúka, tillagað lestrarætlan

  • Stuðul og hjálparamboð
    Lestrarstuðul, lán, skerdur lestrarførleiki, hjálparamboð

  • Kærur og reglur
    Klagur um próvtøkur, reglur og mannagongdir á útbúgvingini

Stutt áminning: Einki er ov smátt ella ov stórt — heldur koma eina ferð ov nógv enn ov lítið.

Ofta settir spurningar (OSS)

Her eru nakrir spurningar, sum ofta verða settir, tá fólk venda sær til lestrarvegleiðingina.

  • Hvør kann venda sær til lestrarvegleiðing?
    Øll lesandi á Setrinum – einki er ov smátt ella ov stórt.

  • Er lestrarvegleiðing dulnevnd?
    Ja, lestrarvegleiðarar hava tagnarskyldu (uttan so at talan er um próvtøkusvik).

  • Kann eg fáa hjálp, um eg ivist í útbúgvingini?
    Ja, tú kanst tosa við ein vegleiðara, um tú hugsar um at skifta, steðga ella bara ert í iva.

  • Kostar tað nakað?
    Nei, tænastan er ókeypis fyri øll lesandi.

  • Nær skal eg seta meg í samband?
    Tá tú kennir óvissu, hevur trupulleikar ella bara ert í iva – heldur eina ferð ov nógv enn ov lítið.

  • Hvat um eg ikki veit, hvat eg skal spyrja um?
    Tú kanst altíð koma til eitt prát; vegleiðingin tekur støði í tíni støðu og ivamálum.

Samband

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

  • Teldupostur
    Send ein mail, tá tær hóvar – vit svara vanliga innan fáar dagar. Teldupostadressan er vegleiding@setur.fo

  • Skriva ella koma á gátt
    Tú kanst avtala tíð, ella bara skriva fyrst, um tað kennist lættari.

  • Ring til lestrarvegleiðingina
    Ring, um tú vilt tosa beint við ein vegleiðara – vit svara so skjótt, sum til ber. Telefonnummarið er 352550. Vanlig telefontíð er frá 09.00 til 12.00 hvønn gerandisdag uttan mikudag.

  • Vinaligt og óformligt
    Tú skalt ikki vita júst, hvat tú skalt spyrja um – vit taka støði í tíni støðu.

  • Tú ert ikki til ampa
    Heldur seta seg í samband eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið.

Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlagið hjá lestrarvegleiðingini á Fróðskaparsetri Føroya er at finna HER.