University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

Umframt at umboða øll lesandi í Føroyum, umboðar MFS øll føroysk lesandi uttanlands.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð til føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.

 

Les meiri HER.