Prógvhandan
Við lestrarársenda í juni verður skipað fyri felags prógvhandan fyri tey lesandi, sum hava tikið endaligt prógv. Tiltakið er ein stór hátíðarløta, har vit siga tykkum farvæl og hátíðarhalda hetta saman við tykkum og tykkara nærmastu.
Tey lesandi, ið væntandi taka prógv, fáa innbjóðing til prógvhandanina sendandi frá Lestrarskrivstovuni.