University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestrarlív
Abd9cf64 7502 4C63 9Fcc 0520021Ef281

Michel Nielsen, kassameistari (SSD), Jónas Sigurd Fjallsá, nevndarlimur (NVD), Milia Egilsnes Anda, forfólk (SSD), Sólja Olsen, skrivari (SSD), Elin Højsted, varaforfólk (DHS)

Ráð Teirra Lesandi

Ráð teirra lesandi (RTL) arbeiðir fyri at styrkja lestrarkarmarnar og trivnaðin hjá lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið er at gera tað meira attraktivt at lesa í Føroyum og at tryggja meira javnsettar treytir samanborið við føroyskar útisetar.

RTL arbeiðir fyri, at lesandi hava góðar møguleikar at gjøgnumføra sín lestur, óansæð persónligar og fíggjarligar umstøður.

RTL umboðar øll lesandi og er í tøttum samskifti við setursleiðsluna. Lesandi kunnu venda sær til ráðið við hugskotum, spurningum ella málum, sum lesandi ynskja at ráðið viðgerð.

Ráðið skipar eisini fyri tiltøkum og trivnaði fyri lesandi.

Hevur tú nakað upp á hjarta, ert tú vælkomin at seta teg í samband við RTL á mail: rtl@student.setur.fo og á okkara miðlum Ráð Teirra Lesandi á Setrinum á Facebook og rtlsetur á Instagram.

 

Virksemið hjá Ráði teirra lesandi fevnir um:

Lestrarbústaðir

Vit arbeiða fyri fleiri, betri og bíligari lestrarbústøðum. Tað skal bera til at hava ein tryggan bústað, uttan at leigan gerst ein forðing fyri at lesa.

Fíggjarligar treytir

Vit arbeiða fyri betri fíggjarligum karmum, m.a. fleiri lestraravsláttum og betri stuðli – eisini til lesandi við børnum.

Trivnaður og felagsskapur

Vit skipa fyri og stuðla tiltøkum, sum styrkja trivnað og felagsskap millum lesandi, bæði sosialt og fakliga.

Stuðul til lesnaðin

Vit arbeiða fyri, at lesandi fáa betri atgongd til hjálp og vegleiðing, t.d. mentorskipanir og lestrarcaféir, og at neyðugur stuðul er tøkur hjá teimum, ið hava serligar avbjóðingar.

Atkoma til undirvísing

Vit arbeiða fyri smidligari undirvísing, t.d. hybrid loysnir, so fleiri hava møguleika at fylgja við – eisini tey, sum búgva langt burtur ella hava familjuábyrgd.

Endamálið hjá RTL er at javnseta møguleikarnar hjá lesandi, so fleiri kunnu byrja, halda fram og trívast í lestri í Føroyum.

 Reglugerðin, viðtøkurnar og mannagongdirnar fyri Ráð teirra lesandi eru at finna HER.