University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestur
registration.jpg

Klagur og kærur

Sum lesandi á Setrinum hevur tú rætt at klaga og kæra um okkurt er í tínum lestri, sum tú ikki heldur vera í lagi.

Klagur

Er okkurt í sambandi við lesturin, sum tú ert ónøgd/ur við, og sum tú metir hevur neiliga ávirkan á tín lestur, kanst tú klaga. Talan kann t.d. vera um undirvísing, larm, væntandi kunning, skeiva vegleiðing og líknandi. Klagur skulu sendast Lestrarskrivstovuni, sum síðani sendir málið víðari til rætta viðkomandi at viðgera. 

Niðrandi atburður

Fróðskaparsetur Føroya strembar eftir at hava eitt trygt og gott lestrarumhvørvi, har niðrandi atburður ikki verður góðtikin. Um tú hevur upplivað ella sæð niðrandi atburð, kanst tú í trúnaði venda tær til Lestrarvegleiðingina, ella klaga til dekanin.

Les leiðregluna Tá lesandi kenna seg niðrandi viðfarin HER.

Kærur

Ynskir tú at kæra eina avgerð, ið Fróðskaparsetur Føroya hevur tikið í sambandi við tín lestur, kanst tú kæra til avvarðandi landsstýrisfólk. Kæran skal sendast skrivliga til Lestrarskrivstovuna, sum síðani sendir kæruna víðari til aðalráðið. Áðrenn Setrið sendir kæruna víðari til ráðið, ger Setrið eitt kæruummæli, sum tú sum kærari fært sjey dagar til at gera viðmerkingar til. Hesar viðmerkingar verða sendar saman við málinum til ráðið.

Kærur um próvtøkur 

Ynskir tú at kæra um eina próvtøku, kanst tú gera tað sambært ásetingunum í kapittul 6a í Seturslógini. Les nærri um at kæra um próvtøku HER.