University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestur

Lestrarváttanir

Lestrarskrivstovan útflýggjar lestrarváttanir til lesandi. Hevur tú tørv á eini lestrarváttan, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo

Niðanfyri sært tú nøkur dømi um, hvat lestrarváttanir kunnu brúkast til.

Finsen

Um tú býrt í Finsen, so skalt tú árliga váttað fyri Bústaðir, at tú ert innskrivað/ur á eini útbúgving á Setrinum.

Skiftislestur

Um tú ætlar at fara undir skiftislestur, so er ofta krav um, at tú hevur staðið eitt ávíst tal av ECTS, áðrenn tú kanst verða gestalesandi á øðrum universitetum. Tá kanst tú biðja Lestrarskrivstovuna um váttan um staðin skeið. 

Studni

Um tú av onkrari orsøk ikki verður liðug/ur við lesturin til tíðina, biður Studni teg um eina váttan frá Setrinum um, nær tú væntandi stendur endaligt prógv.