At vera lestrarvirkin
Lesandi á Setrinum skulu vera lestrarvirkin. At vera lestrarvirkin merkir, at tú skalt uppfylla ávís krøv um uppmøting og luttøku í undirvísingini, harumframt at avrika ávíst minstamark av ECTS hvørt lestrarár. Krøvini eru sett fyri at tryggja, at tú sum lesandi fær bestu læring og góðsku í undirvísingini.
Tá tú ert lesandi á Setrinum, so vænta vit, at tú tekur ábyrgd fyri egnari læring og møtir til undirvísing, ert fyrireikað/ur og letur inn uppgávur o.a. Eisini vænta vit, at tú luttekur virkið í kjaki og framløgum. Undirvísarar halda eyga við og skráseta uppmøtingina og virknu luttøkuna hjá hvørjum einstøkum lesandi á fyrstu lestrarhálvuni á bachelorútbúgvingum.
Í námsskipanini til tína útbúgving kunnu vera ásett strangari krøv um lestrarvirkni, so minst til at kanna hetta við lestrarbyrjan.
Minstukrøv til ECTS
Fyri at verða roknað/ur sum lestrarvirkin, skalt tú avrika ávíst tal av ECTS hvørt ár.
Minstamarkið ásetir, hvussu nógv ECTS tú í minsta lagi skalt standa á hvørjum ári fyri at kunna fullføra útbúgvinga innan mest loyvdu lestrartíð. Mest loyvda lestrartíð er vanlig lestrartíð + 1 ár.
Tey árligu ECTS minstukrøvini fyri einstøku útbúgving eru hesi:
| 3-ára bachelor | 3½-ára bachelor | 4-ára bachelor | 2-ára master |
1. lestrarár | 45 ECTS | 47 ECTS | 48 ECTS | 40 ECTS |
2. lestrarár | 90 ECTS | 94 ECTS | 96 ECTS | 80 ECTS |
3. lestrarár | 135 ECTS | 141 ECTS | 144 ECTS | 120 ECTS |
4. lestrarár | 180 ECTS | 188 ECTS | 192 ECTS |
|
5. lestrarár |
| 210 ECTS* | 240 ECTS |
|
*skal vera staðið í seinasta lagi 4½ ár eftir lestrarbyrjan, t.e. við endan á 9. lestrarhálvu
Hesi árligu ECTS-minstukrøvini verða gjørd upp, tá allar próvtøkur, umframt sjúkra-og endurpróvtøkur í avvarðandi lestrarári, eru avgreiddar.
Tíðarskeið, har tann lesandi er í grundaðum farloyvi (t.d. barnsburðarfarloyvi ella longri varandi sjúku), telja ikki sum lestrartíð. Grundað farloyvi er nærri lýst í reglugerðini um farloyvi, ið er at finna HER.
Ikki nóg lestrarvirkin
Um undivísarin metir, at tú møtir illa upp til undirvísing og/ella ikki ert nóg virkin í undivísingini í fyrstu lestrarhálvu av bachelorútbúgving, ger undirvísarin teg varugan við hetta og heitir á teg um at bøta um hesi viðurskifti. Um hetta ikki ger mun, biður undirvísarin lestrarvegleiðingina bjóða tær til eina samrøðu um lestrarstøðuna, og hvussu bøtast kann um títt lestrarvirkni.
Avrikað ov fá ECTS
Lestrarskrivstovan kannar lestrarvirkni hjá lesandi tvær ferðir um árið. Um staðfest verður, at tú ikki hevur avrikað nóg nógv ECTS til at verða roknað/ur sum lestrarvirkin, mást tú søkja um frávik fyri at kunna halda fram á útbúgvingini. Saman við umsóknini skalt tú leggja eina tillagaða lestrarætlan. Les nærri um hetta HER.
Les meira um lestrarvirkni og avleiðingar í reglugerðini um lestrarvirkni, ið er at finna HER.