University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestur

Próvtøkur

Øll skeið á Fróðskaparsetrinum enda við próvtøku. Próvtøkurnar skulu hóska til útbúgvingina og tryggja, at tann einstaki lesandi verður mett/ur sjálvstøðugt.

Fróðskaparsetur Føroya nýtir fleiri próvtøkuhættir. Talan kann t.d. vera um munnligar og skrivligar próvtøkur, innlatingar og verkætlanir. Í ávísum førum verður uppmøting og virkin luttøka í undirvísingini kravd fyri at standa skeiðið. Próvtøkan kann eisini vera samansett av kravdum innlatingum, umframt einari endaligari próvtøku.

Í nógvum førum eru treytir fyri at sleppa til próvtøku, so sum innlatingar og virkin luttøka í verkstovum. 

Júst hvørjar treytir eru fyri hvørt skeið og hvør próvtøkuháttur verður nýttur, sæst í skeiðslýsingini fyri skeiðið, sum er at finna í skeiðsskránni HER.

Tann lesandi verður sjálvvirkandi innskrivaður til próvtøku.

Tann lesandi hevur høvi at fara tríggjar ferðir til próvtøku í sama skeiði. Um umstøðunar tala fyri tí, kann eitt fjórða høvi verða játtað. Ein skrivlig og grundgivin umsókn skal sendast Lestrarskrivstovuni í seinasta lagi tvær vikur eftir at próvtalið er kunngjørt.

Lesandi, ið ikki hava staðið skeið, sum ikki verður bjóðað út longur, skulu taka eitt skeið, ið er góðkent at koma í staðin fyri gamla skeiðið. Brúkt próvtøkuhøvi verða flutt til nýggja skeiðið og tann lesandi fær sostatt ikki trý nýggj próvtøkuhøvi í hesum føri.

Les meira um próvtøkur í reglugerðini um próvtøkur, ið er at finna HER.

Nær eru próvtøkur?

Setrið hevur føst próvtøkutíðarskeið, sum eru í árskalendaranum, sum er at finna HER

Í Skeiðsskránni verður eisini upplýst, nær próvtøkuvikan í hvørjum skeiðið er. So skjótt próvtøkudagurin er ásettur, verður hann kunngjørdur á Moodle-stevnuni fyri skeiðið.

Prógv og útskriftir

Lestrarskrivstovan skrivar út prógv, tá lesandi hava staðið allar kravdu próvtøkurnar á útbúgvingini. Prógvið verður vanliga handað til árligu prógvhandanina í seinnu helvt av juni.

Á próvnum er tilskilað, hvørja útbúgving tann lesandi hevur staðið, og nær útbúgvingin er lokin.

Afturat próvnum fær tann lesandi eina útskrift av øllum skeiðum, sum viðkomandi hevur staðið, við próvtali og eitt Diploma Supplement, sum er eitt felags europeiskt skjal við lýsing av útbúgvingini, sum er lokin.

Lesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu altíð fáa útskriftir av teimum próvtøkum, sum tey hava staðið higartil. Ein tílík útskrift fæst við at venda sær til Lestrarskrivstovuna HER.