Kærur um próvtøkur
Tú hevur møguleika at kæra eina próvtøku, um tú metir, at eitthvørt ikki er farið rætt fram, so sum:
- próvtøkugrundarlagið, tað vil siga próvtøkuspurningurin, -uppgávan ella líknandi í mun til pensum
- próvtøkutilgongdin
- próvdømingin
Ásetingar um kærur um próvtøkur eru at finna í kapittul 6 a í Seturslógini, sum er at finna HER.
Kæra um próvtøku skal sendast Lestrarskrivstovuni HER. Kærufreistin er tvær vikur eftir, at tú hevur fingið úrslitið av próvtøkuni at vita. Tað er dekanurin á avvarðandi deild, sum viðger kæruna. Dekanurin leggur kæruna fyri undirvísaran/vegleiðaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli. Tú kanst gera viðmerkingar til tilmælið, áðrenn dekanurin ger ein úrskurð. Úrskurðurin hjá dekaninum kann vera:
- at umdøming skal vera
- at tann lesandi fær bjóðað endurpróvtøku
- at kæran verður víst aftur
Um kæran verður víst aftur, kanst tú kæra víðari til rektaran. Kærufreistin er tvær vikur eftir, at dekanurin hevur víst kæruni aftur. Rektarin setir eina kærunevnd at viðgera kæruna. Í kærunevndini eru tveir uttanhýsis próvdómarar. Avgerðin hjá kærunevndini kann vera:
- at góðkenna próvtalið, hækkað ella lækkað próvtalið ella broyta "ikki staðið" til "staðið" ella øvugt
- at próvtøkan skal próvdømast av nýggjum próvdómarum
- endurpróvtøka við nýggjum próvdómarum
- at vísa kæruni aftur
Avgerðin hjá kærunevndini er endalig.
Tú kanst halda fram á útbúgvingini, meðan kæruviðgerðin fer fram.