University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestur

Próvtøkusvik og ritstuldur

Sum lesandi skal tú fylgja reglunum um vísindaligt rættlæti - tvs. ikki fremja vísindaligt óreglusemi, so sum ritstuldur. Reglugerðin um próvtøkusvik er at finna HER.

Próvtøkusvik er álvarsamt brot, sum - umframt miss av próvtøkuhøvi - eisini kann hava við sær ávaring, og í ringasta føri varandi burturvísing frá Setrinum. Harumframt kann revsirættarlig ábyrgd eisini koma upp á tal. 

Próvtøkusvik er, tá ein lesandi m.a.: 
• útvegar sær sjálvum ella øðrum ikki loyvda hjálp undir eini próvtøku 
• brúkar hjálparamboð, sum ikki eru loyvd, til eina próvtøku 
• á ikki loyvdan hátt brúkar avrikið hjá øðrum sum sítt egna (ritstuldur/plagiat)  
• samstarvar á ikki loyvdan hátt við onnur lesandi í sambandi við próvtøku 
• falsar úrslit 
• frammanundan hevur fingið kunnleika til eina komandi próvtøkuuppgávu 
• roynir at sleppa undan ella forðar fyri próvtøkueftirliti

Ritstuldur

Ritstuldurin fevnir bæði um skrivlig avrik, munnlig avrik, myndir og onnur talgild avrik.  Setrið fremur ritstuldurseftirlit.

Ritstuldur/plagiat er ein tann mest vanligi formurin fyri próvtøkusvik og fevnir m.a. um: 
• Ikki at upplýsa allar heimildir í skrivligum avrikum 
• Avrit og eftirgerð av tekstum hjá øðrum, uttan at greitt verður tilskilað, hvat er sitat, hvat er 
endursøgn av teksti hjá øðrum, og hvaðani hugmyndir, sum ikki eru almennar og ikki eru tínar, 
eru fingnar 
• At lata uppgávu inn sum ein sjálvur ikki hevur skrivað 
• Lata somu uppgávu - ella partar av somu uppgávu - inn til fleiri próvtøkur (sjálvplagiat)    
• Tá ein tekstur verður endurgivin (kopieraður) ella týddur, uttan at tað við taluteknum 
(gásareygum) og keldutilvísing sæst, at talan er um endurgivnan tekst, sum ikki er eins egni, 
ella týddan tekst 
• Tá orð í einum teksti verða umskrivað, ella tá orð úr fleiri tekstum verða sett saman til ein - at 
síggja til - egnan og sjálvstøðugan tekst