Sjúkra- og endurpróvtøka
Endurpróvtøka
Stendur tú ikki próvtøkuna, hevur tú rætt at sleppa upp til endurpróvtøku. Tú verður sjálvvirkandi innskrivað/ur til endurpróvtøku.
Endurpróvtøkur verða hildnar í føstu próvtøkuskeiðunum. Próvtøkuskeiðini eru at finna í árskalendaranum.
Tann lesandi hevur høvi at fara tríggjar ferðir til próvtøku í sama skeiði. Um umstøðunar tala fyri tí, kann eitt fjórða høvi verða játtað. Ein skrivlig og grundgivin umsókn skal sendast Lestrarskrivstovuni í seinasta lagi tvær vikur eftir at próvtalið er kunngjørt.
Er ongin umsókn móttikin innan tvær vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er tøkt, fær tann lesandi boð um, at viðkomandi verður útskrivaður av útbúgvingini. Tann lesandi kann søkja um endurinnskriving sambært ásetingini um endurinnskriving í kunngerðini um upptøku til útbúgvingar á Setrinum, sum er at finna HER.
Sjúka
Um tú ert sjúkur ella hevur annað lógligt forfall til eina próvtøku, skalt tú boða Lestrarskrivstovuni frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi próvtøkudagin. Forfallið skal skjalprógvast í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir próvtøkudagin. Hetta kann gerast við at senda læknaváttan ella annað nøktandi prógv um lógligt forfall til Lestrarskrivstovuna. Læknaváttanin skal staðfesta, at sjúka forðaði tí lesandi at møta til próvtøku próvtøkudagin, og stempul og undirskrift læknans skulu vera á váttanini.
Í slíkum førum missir tann lesandi ikki eitt próvtøkuhøvi, men fær møguleikan at fara til sjúkrapróvtøku í næsta próvtøkuskeiði. Tú verður sjálvvirkandi innskrivað/ur til sjúkrapróvtøkuna.
Les meira um sjúkra- og endurpróvtøkur í reglugerð um próvtøkur, ið er at finna HER.