Í skeiðsskránni sæst yvirlit yvir skeiðslýsingarnar, sum hoyra til tey ymsu skeiðini og útbúgvingarnar á Setrinum.
Skeiðslýsingin er ein yvirskipað lýsing av einum skeiði, ið m.a. gevur tær innlit í endamálið og innihaldið í skeiðnum, læru- og undirvísingarhættir umframt læruúrtøkuna og próvtøkuháttin.
Í skeiðslýsingunum fært tú eisini upplýst, nær skeiðini byrja og enda, og nær próvtøkan verður hildin.
Um tú vilt hava atgongd til eina ávísa skeiðslýsing, ber til at leita undir lestrarári, lestrarhálvu, støði og deild. Til ber eisini at sláa upp skeiðsnummar ella skeiðsheiti í leititeiginum.
Tú hevur eisini atgongd til skeiðslýsingarnar á Moodlestevnu skeiðsins.
Sí skeiðsskránna HER.