University of the Faroe Islands
Mítt Setur
Starvsfólk
Lestur

Útskriving og endurinnskriving


Útskriving

Um tú av onkrari orsøk ikki ynskir at halda fram við lestrinum, kanst tú útskriva teg frá útbúgvingini. Hetta gert tú við at boða Lestrarskrivstovuni frá. Minst eisini til at boða Studna frá, so at tú ikki fært útgoldið ov nógvan lestrarstuðul.

Setrið kann eisini útskriva teg frá lestrinum, um tú ikki ert lestrarvirkin, ella um tú hevur brúkt øll próvtøkuhøvini til eitt skeið og tískil ikki kann gjøgnumføra útbúgvingina. Les nærri um lestrarvirkni HER og í reglugerðini fyri lestrarvirkni, ið er at finna HER

Endurinnskriving

Um tú ert givin við lestrinum, men hevur staðið tann partin av útbúgvingini, sum svarar til minst fyrsta lestrarár, kanst tú søkja um at verða endurinnskrivað/ur til útbúgvingina. Hetta gert tú við at venda tær til Lestrarskrivstovuna við fyrispurningi um endurinnskriving. Í sambandi við endurinnskriving er tað altíð eitt gott hugskot at tosa við útbúgvingarleiðaran, so tit saman kunnu gera eina ætlan fyri, hvussu tú kemur á mál við útbúgvingini.

Í sambandi við endurinnskriving skalt tú vera varug/ur við, at møguliga eru nøkur skeið, ið tú hevur tikið, blivin fyrnað, og tí kanst tú koma út fyri at noyðast at taka onkur skeið umaftur.

Um útbúgvingin ikki verður bjóðað út á Setrinum longur, so ber ikki til at verða endurinnskrivaður.