University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín lestur

• Hvussu fái eg eina lestrarváttan?
Skriva til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo. Viðmerk lestrarnummar og upplýs, hvat slag av váttan talan er um.

• Nær síggi eg míni próvtøl?
Roknast kann við upp til 30 yrkadøgum frá próvtøkudegnum til próvtalið er skrásett.


• Hvat geri eg, um eg eri sjúk/ur til próvtøku?
Læknaváttan skal sendast til Lestrarskrivstovuna í seinasta lagi 5 dagar eftir próvtøkudagin.


• Hvussu søki eg um farloyvi?
Tá tú søkir um farloyvi, er umráðandi, at tú í samráð við útbúgvingarleiðaran gert eina tillagaða lestrarætlan. Hetta er fyri at tryggja, at tú kemur væl í gongd aftur, tá farloyvið endar. Hendan skal síðani sendast Lestrarskrivstovuni.

Umsóknir, har tillagað lestrarætlan ikki fylgir við, verða ikki viðgjørdar.


Grundað farloyvi:
Grundað farloyvi kann vera sjúkrafarloyvi, barnsburðarfarloyvi ella farloyvi vegna serligar umstøður. Viðkomandi skjøl (læknaváttan, terminsváttan o.a.) skulu fylgja við umsóknini og sendast til Lestrarskrivstovuna.


Ógrundað farloyvi:
Tað ber til at søkja um ógrundað farloyvi, tá í minsta lagi 60 ECTS eru staðin á bachelorstigi, ella 30 ECTS á masterstigi. Umsóknin skal sendast til Lestrarskrivstovuna.

Meira um farloyvi kann lesast HER.