Gongur lesturin ikki sum ætlað, ella hevur tín skerdi lestrarførleiki við sær, at tú ikki kanst lesa fulla tíð, ber til at søkja um at fáa eina tillagaða lestrarætlan. Saman við útbúgvingarleiðara ella lestrarvegleiðara skalt tú leggja eina lestrarætlan til rættis, fáa útbúgvingarleiðaran at góðkenna hana og senda hana til LSS@setur.fo saman við umsóknarblaðnum og skjalprógvi fyri, hví tú mást fáa eina tillagaða lestrarætlan. Ein leistur til at gera eina lestrarætlan er at finna HER.
Gevið gætur: Tillagaður lestur kann hava við sær, at tú missir rættin til lestrarstuðul frá Studna. Vinaliga kanna hetta við Studna, áðrenn tú søkir.
Ivast tú í onkrum ella hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna. Eisini ber til at venda sær til Lestrarvegleiðingina.