University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving

B.A. í føroyskum

B.A. in Faroese Language and Literature
Diplomskeid_foeroyskt.jpg

Kunning

Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving.

Námsskipan

Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur. 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

 Bygnaður    
1. lestrarhálvaBókmentagreining I (5 ECTS)Ljóð- og formlæra (10 ECTS)Bókmentasøga I (10 ECTS)Samskifti og fjølmiðlar (5 ECTS)
2. lestrarhálvaNorrønt (10 ECTS)Málsøga (10 ECTS)Bókmentafrøði (5 ECTS)Bókmentagreining II (5 ECTS)
3. lestrarhálvaVísindaástøði (10 ECTS)Bókmentasøga II (10 ECTS)Setninga- og merkingarfrøði (10 ECTS)

 

Vár 2028Vallærugrein (10 ECTS)Vallærugrein (10 ECTS)Vallærugrein (10 ECTS) 
Heyst 2028Vallærugrein (10 ECTS)Vallærugrein (10 ECTS)Vallærugrein (10 ECTS) 
Vár 2029Vallærugrein (10 ECTS)BA-ritgerð (20 ECTS)  

Skeiðsskrá

Skeiðini, sum útbúgvingin er samansett av, hava sína egnu skeiðslýsing.  

Skeiðslýsingin gevur tær innlit í endamálið, innihaldið, læru- og undirvísingarhættir, umframt læruúrtøkuna og próvtøkuháttin á skeiðnum.

Í skeiðslýsingini verður upplýst, nær skeiðið byrjar og endar, og nær próvtøkan verður hildin. 

Tú hevur eisini atgongd til skeiðslýsingina á Moodle. 

Sí skeiðsskránna HER.

BA-verkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er bacherlor-verkætlanin.

Hana kanst tú lesa meiri um HER.