University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving

B.A. í listaligum arbeiði

B.A. in Creative Arts
abstract-art-artistic-935785.jpg

Kunning

Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving.

Námsskipan

Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur. 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

 Bygnaður    
1. lestrarhálvaVerkstova I (10 ECTS)Egið arbeiði I (10 ECTS)Listaástøði I (10 ECTS) 
2. lestrarhálvaVerkstova II (10 ECTS)Egið arbeiði II (10 ECTS)Listaástøði II (10 ECTS) 
3. lestrarhálvaVerkstova III (10 ECTS)Egið arbeiði III (10 ECTS)Listaástøði III (10 ECTS) 
4. lestrarhálvaListaligt arbeiði (20 ECTS)Listaástøði IV (10 ECTS)  
5. lestrarhálvaSkiftislestur ella starvslæra (30 ECTS)   
6. lestrarhálvaEndalig verkætlan (20 ECTS)Ritgerð (10 ECTS)  

 

Skeiðsskrá

Skeiðini, sum útbúgvingin er samansett av, hava sína egnu skeiðslýsing.  

Skeiðslýsingin gevur tær innlit í endamálið, innihaldið, læru- og undirvísingarhættir, umframt læruúrtøkuna og próvtøkuháttin á skeiðnum.

Í skeiðslýsingini verður upplýst, nær skeiðið byrjar og endar, og nær próvtøkan verður hildin. 

Tú hevur eisini atgongd til skeiðslýsingina á Moodle. 

Sí skeiðsskránna HER.

Starvslæra

Ein partur av útbúgvingini er at fara í starvslæru.

Tað kanst tú lesa meiri um HER.

BA-verkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er bacherlor-verkætlanin.

Hana kanst tú lesa meiri um HER.