B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Kunning
Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving.
Bygnaður
| Bygnaður | ||||
| 1. árið | Undirvísing og læring I Ástøðiligur grundlestur (10 ECTS) | Undirvísing og læring II Mál og lesimenning (10 ECTS) | Føroyskt á grund I og II (10+10 ECTS) | Støddfrøði á grund I og II (10+10 ECTS) |
| 2. árið | Undirvísing og læring III Lærarastarvið - skúli og samfelag (10 ECTS) | Undirvísing og læring IV Lívsáskoðan og siðalæra (10 ECTS) | Linjugreinalestur I (40 ECTS) | |
| 3. árið | Undirvísing og læring V Sernámsfrøði og KT-didaktiskir hjálparmidlar (10 ECTS) | Undirvísing og læring VI Didaktiskt ætla og didaktiskar avbjóðingar (10 ECTS) | Linjugreinalestur II (40 ECTS) |
|
| 4. árið | Undirvísing og læring VII Vísindaástøði og háttaløg (5 ECTS) | B.Ed. verkætlan (15 ECTS) | Linjugreinalestur III (40 ECTS) |
Skeiðsskrá
Skeiðini, sum útbúgvingin er samansett av, hava sína egnu skeiðslýsing.
Skeiðslýsingin gevur tær innlit í endamálið, innihaldið, læru- og undirvísingarhættir, umframt læruúrtøkuna og próvtøkuháttin á skeiðnum.
Í skeiðslýsingini verður upplýst, nær skeiðið byrjar og endar, og nær próvtøkan verður hildin.
Tú hevur eisini atgongd til skeiðslýsingina á Moodle.
Sí skeiðsskránna HER.
BA-verkætlan
Seinasti liður í tíni útbúgving er bacherlor-verkætlanin.
Hana kanst tú lesa meiri um HER.