University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving
7c24483170cad8d95ea79fa14ff5ccd7.jpeg

Kunning

Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving.

 

Námsskipan

Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur. 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

 Bygnaður    
1. lestrarhálvaYrki og grundleggjandi tørvir (14 ECTS)Mannakroppur (16 ECTS)  
2. lestrarhálvaSjúkrarøkt av somatiskum sjúkum I  (15 ECTS)Sjúkrarøkt av somatiskum sjúkum II  (15 ECTS)  
3. lestrarhálvaKliniskt sjúkrarøkt av somatisk sjúkum (15 ECTS)Sjúkrarøkt av bráð- og álvarsliga sjúkum (15 ECTS)  
4. lestrarhálvaHeilivágrokning (1 ECTS)Sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum (11 ECTS)Kliniskt sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum I (9 ECTS)Kliniskt sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II (9 ECTS)
5. lestrarhálvaHeilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagshøpi (10 ECTS)Sjúkrarøkt av børnum og familju (20 ECTS)  
6. lestrarhálvaKliniskt og ástøðilig sjúkrarøkt av sálarliga sjúkum (16,5 ECTS)

Rehabilitering, góðskutrygging og - menning og heilsutøkni

 (13,5 ECTS)
  
7. lestrarhálvaI.V. og transfusiónsskeið (1,5 ECTS)

Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt: Relatión í stutta møtinum (10,5 ECTS)

Klinisk sjúkrarøkt: Sjálvstøðug yrkisútinning og leiðsla (18 ECTS) 
8. lestrarhálvaVerkætlanarlýsing (10 ECTS)

Bachelorritgerð (20 ECTS)

  

Skeiðsskrá

Skeiðini, sum útbúgvingin er samansett av, hava sína egnu skeiðslýsing.  

Skeiðslýsingin gevur tær innlit í endamálið, innihaldið, læru- og undirvísingarhættir, umframt læruúrtøkuna og próvtøkuháttin á skeiðnum.

Í skeiðslýsingini verður upplýst, nær skeiðið byrjar og endar, og nær próvtøkan verður hildin. 

Tú hevur eisini atgongd til skeiðslýsingina á Moodle. 

Sí skeiðsskránna HER.

Starvslæra

Ein partur av útbúgvingini er at fara í starvslæru.

 

Tað kanst tú lesa meiri um HER.

BA-verkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er bacherlor-verkætlanin.

Hana kanst tú lesa meiri um HER.

Samband

Lestrarvegleiðing (Leinki til tekstsíðu)