University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving

Diplom í kt-verkfrøði

Diploma of Higher Education in Software Engineering
Web_Developer_-_Programmer_-_Programming.jpg

Útbúgvingarsíðan hjá Diplom í kt-verkfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.

Kunning

Útbúgvingarsíðan hjá verkfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.

B.Sc. í verkfrøði

Verkfrøði er ein tvørfaklig sergrein sum samantvinnair náttúruvísindi, støddfrøði og tøkni. Hetta eru førleikar, sum lesandi á Setrinum gjøgnum verkfrøði lesturin, verða styrktir og mentir í, soleiðis at lesandi tey eru klár til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum arbeiðslívið hevur við sær, eftir loknan lestur.

Vit bjóða sergreinar innan byggiverkfrøði, orkuverkfrøði og elverkfrøði.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í verkfrøði.

Námsskipan

Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur. 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

 Bygnaður (2026-2029)1. blokkur 2. blokkur 
1. lestrarhálvaInnleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS) Innleiðandi forritan við Python (7,5 ECTS) 
2. lestrarhálvaDátubásur og SQL (7,5 ECTS) Objektrættað forritan við Java 1 (7,5 ECTS)Innleiðing til webskipanir (7,5 ECTS)
3. lestrarhálvaStýriskipanir (7,5 ECTS)Linux-skipanir (7,5 ECTS) Forritanar-verkfrøði (7,5 ECTS)

Objektrættað forritan við Java 2 (7,5 ECTS)

4. lestrarhálvaTeldunetverk og dátusamskifti (7,5 ECTS)Designmynstur við Java (7,5 ECTS)KT-trygd (7,5 ECTS)KT-verkætlan (7,5 ECTS) 
5. lestrarhálva Webskipanir við ASP.NET (7,5 ECTS)*Forritan til Android (7,5 ECTS)Fíggjarstýring (7,5 ECTS)

 

 Bygnaður (2024-2027)1. blokkur 2. blokkur 
1. lestrarhálvaInnleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS) Innleiðandi forritan við Python (7,5 ECTS) 
2. lestrarhálvaDátubásur og SQL (7,5 ECTS) Objektrættað forritan við Java 1 (7,5 ECTS)Innleiðing til webskipanir (7,5 ECTS)
3. lestrarhálvaStýriskipanir (7,5 ECTS)Linux-skipanir (7,5 ECTS)Forritanar-verkfrøði (7,5 ECTS)

Objektrættað forritan við Java 2 (7,5 ECTS)

4. lestrarhálvaTeldunetverk og dátusamskifti (7,5 ECTS)Designmynstur við Java (7,5 ECTS)KT-trygd (7,5 ECTS)KT-verkætlan (7,5 ECTS)
5. lestrarhálvaFíggjarstýring (7,5 ECTS)Webskipanir við ASP.NET (7,5 ECTS)*Forritan til Android (7,5 ECTS) 
 Bygnaður (2025-2028)1. blokkur 2. blokkur 
1. lestrarhálvaInnleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS) Innleiðandi forritan við Python (7,5 ECTS) 
2. lestrarhálvaDátubásur og SQL (7,5 ECTS) Objektrættað forritan við Java 1 (7,5 ECTS)Innleiðing til webskipanir (7,5 ECTS)
3. lestrarhálvaStýriskipanir (7,5 ECTS)Linux-skipanir (7,5 ECTS)Forritanar-verkfrøði (7,5 ECTS)

Objektrættað forritan við Java 2 (7,5 ECTS)

4. lestrarhálvaTeldunetverk og dátusamskifti (7,5 ECTS)Designmynstur við Java (7,5 ECTS)KT-trygd (7,5 ECTS)KT-verkætlan (7,5 ECTS)
5. lestrarhálva Webskipanir við ASP.NET (7,5 ECTS)*Forritan til Android (7,5 ECTS) Fíggjarstýring (7,5 ECTS)

Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.

Skeiðsskrá

Øll tey ymisku fakini hava sína egnu skeiðsskrá. Í henni er nærri greidd frá øllum, sum hevur við undirvísingina í tí fakinum at gera.

Allar skeiðsskráirnar eru at finna HER.

Diplomverkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er diplom-verkætlanin.

Hana kanst tú lesa meiri um HER.