University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving

Diplom í námsfrøði

Diploma in Social Education
Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

Kunning

Útbúgvingarsíðan hjá verkfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.

B.Sc. í verkfrøði

Verkfrøði er ein tvørfaklig sergrein sum samantvinnair náttúruvísindi, støddfrøði og tøkni. Hetta eru førleikar, sum lesandi á Setrinum gjøgnum verkfrøði lesturin, verða styrktir og mentir í, soleiðis at lesandi tey eru klár til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum arbeiðslívið hevur við sær, eftir loknan lestur.

Vit bjóða sergreinar innan byggiverkfrøði, orkuverkfrøði og elverkfrøði.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í verkfrøði.

Námsskipan

Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur. 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

 Bygnaður     
1. lestrarárFøroyskt sum samskiftismál (10 ECTS)Lívsáskoðan og siðalæra (10 ECTS)Námsfrøði (10 ECTS)Praksismenning I (10 ECTS)
2. lestrarárNámsfrøðilig sálarfrøði (10 ECTS)Menniskja, stovnur og samfelag (10 ECTS)Sernámsfrøði (10 ECTS)Praksismenning II (10 ECTS)
3. lestrarárMál- og lesimenning (10 ECTS)Skapanar- og virknisnámsfrøði - grundskeið (10 ECTS) Námsfrøðilig og/ella sernámsfrøðilig verkætlan (7,5 ECTS)

Praksismenning III (10 ECTS)

Skeiðsskrá

Øll tey ymisku fakini hava sína egnu skeiðsskrá. Í henni er nærri greidd frá øllum, sum hevur við undirvísingina í tí fakinum at gera.

Allar skeiðsskráirnar eru at finna HER.

Diplomverkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er diplom-verkætlanin.

Hana kanst tú lesa meiri um HER.

Samband

Lestrarvegleiðing (Leinki til tekstsíðu)