University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mín útbúgving

Hjánám í støddfrøði

Subsidiary Subject Studies in Mathematical Science
papers.jpg

Útbúgvingarsíðan hjá hjánámi í støddfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um praksislæuna og masterritgerðina.

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

Bygnaður

90 ECTS í støddfrøði

Av útbúgvingini eru avsett 90 ECTS (1½ ársverk) í støddfrøði. Evnini eru samansett fyri at tryggja breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. Evni, sum ætlandi verða viðgjørd, eru: diskret støddfrøði, lineer algebra, kalkulus í einum og fleiri variablum, algebra, euklidisk geometri, støddfrøðididaktikkur, líkindarokning, hagfrøði, rekkjur og fylgjur, Fourier-rekkjur, differentiallíkningar, metrisk rúm, Hilbert rúm, topologi, kryptologi og grundarlagið undir støddfrøði. Minni verkætlanir innganga eisini í útbúgvingina.

30 ECTS í skeiðum sum brúka støddfrøði

Partur av útbúgvingini er eisini, at 30 ECTS (½ ársverk) skulu stava frá evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Eingi ávís skeið eru ásett, og tey kunnu í stóran mun veljast av studentunum millum skeið, sum verða útboðin á Fróðskaparsetri Føroya ella við annað universitet (um studenturin longu hevur tikið slík skeið, sum part av aðrari útbúgving, kunnu tey verða góðskrivað). Dømi kunnu vera: algoritmur, mekanikkur, innleiðandi elfrøði, elektromagnetisma, hitalæra, elektriskar ringrásir, regulering, elveiting. 

Kunning

Útbúgvingarsíðan hjá verkfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.

B.Sc. í verkfrøði

Verkfrøði er ein tvørfaklig sergrein sum samantvinnair náttúruvísindi, støddfrøði og tøkni. Hetta eru førleikar, sum lesandi á Setrinum gjøgnum verkfrøði lesturin, verða styrktir og mentir í, soleiðis at lesandi tey eru klár til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum arbeiðslívið hevur við sær, eftir loknan lestur.

Vit bjóða sergreinar innan byggiverkfrøði, orkuverkfrøði og elverkfrøði.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í verkfrøði.

Námsskipan

Námsskipanin er reglugerðin, sum skipar tína útbúgving. Í henni stendur...

 

Námsskipanin er at finna HER.

Bygnaður

Bygnaðurin vísir, hvussu tín útbúgving er sett saman fyri hvørja lestrarhálvu.

Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 30 ECTS:

  • Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum ella
  • Bachelorverkætlan á 30 ECTS.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.

  • Øll lesandi lesa saman fyrstu 2 árini, áðrenn tey velja sergrein.
  • Á 5. lestrarhálvu vera sergreinaskeið lisin. El- og  Orkuverkfrøði hava 22,5 ECTS í sergreinaskeiðum, umframt 7,5 í valskeiðum. Byggiverkfrøði hevur 30 ECTS í sergreinaskeiðum.
  • Á 6. lestrarhálvu eru lesandi í starvsvenjing.
  • Á 7. lestrarhálvu verður bachelorverkætlanin skrivað. Møguleiki er at skriva eina stóra bachelorverkætlan á 30 ECTS, ella taka valskeið á 15 ECTS saman við eini minni bachelorverkætlan á 15 ECTS.

Sí annars talvu niðanfyri.

Bygnaður - talva

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. a lestrarhálva

7. b lestrarhálva*

Støddfrøði 1

(fyrri partur)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinni partur)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Berandi konstruktiónir

7,5 ECTS

 


Sergreins-skeið

22,5 ECTS

 

Starvs-venjing

30,0 ECTS

 

 

Bachelor verkætlan

30,0 ECTS

 

 

Valskeið

15 ECTS

 

Innleiðandi verkfrøði

7,5 ECTS

 

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

 

 

KT-verkætlan 7,5 ECTS

Orkuskipanir og umhvørvi

7,5 ECTS

Mekanik

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

5,0 ECTS

 

Jarðfrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Veskumekanikkur

7,5 ECTS 

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

 

Elektro-magnetisma

7,5 ECTS

Termodynamik

7,5 ECTS

 

 

 Innleiðandi elfrøði

7,5 ECTS

 

Valskeið

7,5 ECTS

 

 

* 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.

Sergreinar (5. lestrarhálva)

Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið:

Skeiðsskrá

Øll tey ymisku fakini hava sína egnu skeiðsskrá. Í henni er nærri greidd frá øllum, sum hevur við undirvísingina í tí fakinum at gera.

Allar skeiðsskráirnar eru at finna HER.

Starvslæra

Ein partur av útbúgvingini er at fara í starvslæru.

 

Tað kanst tú lesa meiri um HER.

BA-verkætlan

Seinasti liður í tíni útbúgving er bacherlor-verkætlanin. bla bla bla...

Hana kanst tú lesa meiri um HER.