Kunning
Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving.
Námsskipan
Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur.
Námsskipanin er at finna HER.
Bygnaður
| Bygnaður | ||||
| 1. lestrarhálva | Samanberandi rættur (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) | Støddfrøði 1 (7,5 ECTS) |
| 2. lestrarhálva | Fyrisitingarrættur (10 ECTS) | Løgfrøðilig fatan (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) | Støddfrøði 2 (7,5 ECTS) |
| 3. lestrarhálva | Føroysk løgsøga (10 ECTS) | Lóggávulæra (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) | Virkisfígging (7,5 ECTS) |
| 4. lestrarhálva | Masterritgerð í løgfrøði (30 ECTS) | Økonometri (7,5 ECTS) | ||
| Heyst 2028 | Vallærugrein (10 ECTS) | Vallærugrein (10 ECTS) | Vallærugrein (10 ECTS) | |
| Vár 2029 | Vísindafilosofi í búskaparfrøði (5 ECTS) | Vallærugrein (10 ECTS) | Lokarit (15 ECTS) |
Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og kontekstualiserandi skeiðum. Býtið er:
- Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 ECTS
- Løgfrøðilig fatan og háttalag: 20 ECTS
- Kontekstualiserandi skeið: 20 ECTS
Høvuðsritgerðin á 30 ECTS kann vera í øllum trimum fakligu evnum nevnd omanfyri.
Býtið ávísu lestrarhálvurnar er sum víst í yvirlitinum niðanfyri:
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva
| 4. lestrarhálva | |||
Samanberandi rættur (krav) 10 ECTS | 10 ECTS | Føroysk løgsøga (krav) 10 ECTS | Master-ritgerð 30 ECTS | |||
Valskeið 10 ECTS | 10 ECTS | Lóggávulæra (krav) 10 ECTS | ||||
Valskeið 10 ECTS | Valskeið 10 ECTS | Valskeið 10 ECTS |
Av tí, at býtið av teimum 90 ECTS-stigunum er so, tá sæð verður burtur frá ritgerðini, at øll háttalagslig og kontekstualiserandi skeið (40 ECTS í alt) eru kravd skeið, má ein javnvág finnast móti dogmatisku skeiðunum. Hetta verður gjørt so, at øll tey fýra skeiðini, sum eru valskeið, mugu vera dogmatisk skeið. Samanlagt gerast dogmatisku skeiðini tískil fimm í tali (saman við fyrisitingarrætti, sum er kravskeið).
Miðað verður móti altíð at hava minst tvey valskeið tøk, har eitt skal veljast, og í minsta lagi trý tøk, har tvey skulu veljast.
Valskeiðini verða tikin av hesum listanum yvir skeið, sum hava verið, og øll kunnu koma aftur alt eftir, nær undirvísarar eru tøkir, og nær studentagrundarlagið er til staðar:
- Almennur setanarrættur.
- Barnarættur.
- Brúkaralóg.
- Byggi- og skipanarrættur.
- Fíggjarrættur.
- Felagsrættur.
- Upphavsrættur.
- Fiskiveiðurættur.
- Heilsurættur.
- Hjúnaskilnaðarrættur.
- Kirkjurættur.
- Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur.
- Føroyskur kommunurættur.
- Peningastovnsrættur.
- Sosialrættur.
- Havrættur.
- Mannarættindi.
- Føroyskur stjórnarskipanarrættur I.
- Føroyskur stjórnarskipanarrættur II.
- Sivilur rættargangur.
- Altjóðarættur.
- ES-rættur.
- Altjóða privatrættur.
Skeiðsskrá
Øll tey ymisku fakini hava sína egnu skeiðsskrá. Í henni er nærri greidd frá øllum, sum hevur við undirvísingina í tí fakinum at gera.
Allar skeiðsskráirnar eru at finna HER.