M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Kunning
Her finnur tú nýggjastu kunning og dagføringar viðvíkjandi tíní útbúgving
Námsskipan
Námsskipanin ásetur innihaldið í tíni útbúgvingini og reglurnar fyri, hvussu tín útbúgving verður skipað og útint. Harafturat hevur námsskipanin ásetingar um hvørji krøv verða sett til tín sum lesandi, og hvørji rættindi og skyldur tú hevur.
Námsskipanin er at finna HER.
Bygnaður
| Bygnaður | |||
| 1. lestrarhálva | Vísindaástøði og háttalag á master (10 ECTS) | Samfelagsvísindi og stjórnmál í smátjóðum og oyggjasamfeløgum (10 ECTS) | Masterverkætlan (10 ECTS) |
| 2. lestrarhálva | Valskeið (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) | Valskeið (10 ECTS) |
| 3. lestrarhálva | Praksislæra innan masterlæru (25 ECTS) | Fyrireikandi skeið til masterlæruritgerð (5 ECTS) | |
| 4. lestrarhálva | Masterlæruritgerð í søgu (30 ECTS) |
Skeiðsskrá
Øll tey ymisku fakini hava sína egnu skeiðsskrá. Í henni er nærri greidd frá øllum, sum hevur við undirvísingina í tí fakinum at gera.
Allar skeiðsskráirnar eru at finna HER.