Altjóða Skrivstovan
Fróðskaparsetrið er partur av altjóða netverkum, so sum North2North og Nordlys. Arbeitt verður eisini við at gerast partur av Erasmus+ netverkinum.
Hetta gevur lesandi møguleikan at lesa eina lestrarhálvu ella tvær uttanlands.
Altjóða Skrivstovan og Lestrarvegleiðingin kunnu vegleiða teimum lesandi um lestur uttanlands.
Áðrenn tú fert, mást tú tryggja tær, at skeiðini, tú ætlar tær at taka uttanlands, samsvara við útbúgving tína. Ein umsókn um undangóðkenning skal sendast Lestrarráðnum til viðgerðar í góðari tíð áðrenn tú fert avstað.
Altjóða Skrivstovan vegleiðir um møguleikar og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.
Til høgru eru leinki til ymiskar møguleikar fyri skiftislestri.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarviðurskifti á Setrinum so sum skiftislestur, so skriva teldupost til ask@setur.fo.
Adressa:
Á Frælsinum 20
FO-100 Tórshavn
Tlf.nr. (+298) 35 25 00
t-postur: ask@setur.fo
Postadressa:
Setursskrivstovan
Postrúm 272,
FO-110 Tórshavn
Avgreiðsla:Mánadag: 10-14
Týsdag: kl. 10-14
Mikudag: kl, 10-14
Hósdag: kl. 10-15
Fríggjadag: kl. 10-12
Telefonavgreiðsla:
Telefonnr: 352500
Mánadag – hósdag frá kl. 10-14
Fríggjadag frá kl. 10-12.