University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mítt lestrarlív
Innleiðsla 2018.jpg

Vælkomin á Fróðskaparsetur Føroya

Hjartaliga til lukku við upptøkuni á eina útbúgving á Fróðskaparsetur Føroya.

 

Vit vóna, at tú fert at trívast og mentast í lestrartíð tíni her á Setrinum.

 

Lestrarárið byrjar við felags innleiðslu fyri øll nýggj lesandi á Fróðskaparsetrinum, mánadagin 17. august 2026,  kl. 09.15 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju.

Klokkan 11.15 heldur innleiðslan fram á ymisku deildunum á Setrinum. 

Niðanfyri finnur tú vælkomubrævið fyri tína útbúgving.

 

Vinaliga les hetta brævið fyri at fáa rætta kunning um tína innleiðslu á Setrinum.

Bachelorútbúgvingar

B.A. í føroyskum

B.A. í listaligum arbeiði

B.A. í søgu við hjánámi í samfelagsfrøði 

B.Ed. sum fólkaskúlalærari

B.Ed. sum námsfrøðingur

B.Sc. í byggiverkfrøði

B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði

B.Sc. í elverkfrøði

B.Sc. í KT-verkfrøði

B.Sc. í lívfrøði

B.Sc. í maskinfrøði

B.Sc. í mýlalívsvísindum

B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

B.S.Sc. í samfelagsvísindum

B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

Diplom í KT-verkfrøði

Masterútbúgvingar

Embætisprógv í lóg

M.A. í søgu

M.Sc. í dátuvísindum

M.Sc. í heilsuvísindum

M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði

Hjánám

Hjánám í føroyskum

 

Tað er sera týðandi at tit lesa alla kunningina tit fáa her áðrenn lestrarbyrjan. 

 

Innleiðsla og lestrarbyrjan

Tá tú byrjar at lesa á Setrinum, byrjar tú við eini innleiðsluviku, sum er ætlað til at geva tær eina góða lestrarbyrjan. Í innleiðsluvikuni bjóða vit tær at vera vælkomin á Setrið og greiða tær frá ymiskum praktiskum viðurskiftum. Tú fært kunning bæði um Setrið, lestur og um tína útbúgving. 

At fara undir hægri lestur kann vera ein stór broyting, og vit hava savnað nøkur góð ráð í samband við lestrarbyrjan, ið tú kanst síggja HER. 

Innleiðsluvikan

Innleiðsluvikan byrjar við, at øll nýggj lesandi møta samstundis. Tá tú møtir, verður tú skrásettur sum lesandi á Setrinum og hjá Studna, fært útflýggjað lestrarkort og ein posa við kunningartilfari og rektarin bjóðar vælkomin. Seinni verður farið út á deildina hjá tíni útbúgving. Har verður høvi at heilsa uppá starvsfólkini har og tú fært nærri kunning um tína útbúgving og undirvísingina.

Lestrarskrivstovan skipar fyri einum kunningardegi í innleiðsluvikuni, har greitt verður frá skiftinum frá at vera næmingur til at vera lesandi. Tú fært nærri kunning um millum annað Lestrarvegleiðingina, Lestrarskrivstovuna, Landsbókasavnið og KT-skipanirnar hjá Fróðskaparsetrinum. Skipað verður eisini fyri eini KT-verkstovu.

Tíð verður eisini sett av til at vera saman við við tínum lestrarfeløgum, so tit koma at kennast betur. Mentorar, sum eru lesandi, skipa fyri samansjóðandi tiltøkum. 

Innleiðslan endar við eini stórari veitslu, sum vit kalla SeturSamanShow, har øll lesandi - bæði nýggj og eldri - hittast til at markera byrjanina av lestrarárinum við góðum tónleiki, seturskvissini, felagssangi og øðrum tiltøkum.