University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mítt lestrarlív

Á Setrinum hava vit eitt ítróttafelag, sum vit eiga og reka í felag. Øll, sum lesa og arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya, eru vælkomin at luttaka og gerast limir. 

Endamálið við felagnum er at skapa trivnað og rørslugleði á Setrinum og menna eitt umhvørvi, har vit hittast og eru saman í rørslu.  
 

Umstøður og møguleikar
Á Frælsinum er eitt venjingarhøli, sum limir í ítróttarfelagnum kunnu brúka. Vit hava góða útgerð, sum til dømis:
 

  • Frívektir til styrkivenjing

  • Innisúkklur

  • Rógvimaskinur

  • Renniband
     

Ítróttafelagið skipar fyri tiltøkum eftir førimuni, men gleðist sjálvandi, tá ið limir taka stig til felagsátøk. Hevur tú góð hugskot, ert tú tí vælkomin at skipa fyri felagstiltaki. Bara hugflogið setur mørk. Her eru nøkur hugskot:

 

  • Felags rennitúrur fríggjamorgun saman við starvsfeløgum

  • Morgundypp í Sandágerði við øðrum lesandi, áðrenn lestrarbyrjan

  • Gongutúrur í døgurðasteðginum

 

Tilmelding
Hevur tú hug at gerast partur av Ítróttafelag Setursins? Soleiðis gert tú:

  1. Send ein teldupost til itrott@setur.fo frá tínum seturstelduposti

  2. Tú verður skrásett/ur og fært kunning um leiðreglur og limagjald  

 

Ársgjald verður goldið, tá ið tú meldar til og síðani við lestrarbyrjan á hvørjum ári. 

  • Fyri lesandi er ársgjaldið 100 krónur

  • Fyri starvsfólk er ársgjaldið 200 krónur