University of the Faroe Islands
KT-leinki
Starvsfólk
Mítt lestrarlív
Screenshot 2026 11 19 144231

Lestrarstarv hjá brekumboðnum

Brekumboðið søkir eftir einum lesandi til eitt spennandi lestrarstarv. Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

 

Um starvið
Sum starvsfólk hjá Brekumboðnum verður tú partur av arbeiðinum at styrkja rættindi og møguleikar hjá fólki, ið bera brek. Tú fært innlit í virksemið hjá einum óheftum stovni, sum millum annað ráðgevur, ger kanningar, varpar ljós og miðlar vitan um brekrættindi.

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at fylgja við lógararbeiði, politiskum átøkum og samfelagsviðurskiftum, sum hava týdning
    fyri fólk, ið bera brek
  • at kanna og greina lóggávu, frágreiðingar, hagtøl og annað viðkomandi tilfar
  • at hjálpa til við at savna og skipa upplýsingar til kanningar og frágreiðingar
  • at fyrireika uppskot til hoyringarsvar, frágreiðingar, vegleiðingar og kunningartilfar til
    heimasíðu og miðlar
  • at fyrireika fakligt tilfar til fundir, framløgur og kunning
  • samskifti og samstarv við myndugleikar og felagsskapir
  • at loysa fyrifallandi skrivstovuuppgávur

Vit bjóða eitt mennandi lestrarstarv, har tú fært royndir við greiningararbeiði, almennari fyrisiting,
samskifti og arbeiði við rættindum.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • ert undir hægri útbúgving, til dømis innan samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, løgfrøði ella
    annað viðkomandi fakøki
  • hevur áhuga fyri mannarættindum og rættindum hjá fólki, ið bera brek
  • dugir væl at leita eftir, lesa, meta um og skipa upplýsingar og hevur kunnleika til kvalitativar
    og kvantitativar kanningarhættir
  • dugir at skriva greitt og miðla fakligt tilfar og samskiftir væl á føroyskum, donskum og
    enskum
  • arbeiðir skipað, nærlagt og sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni

Setanartreytir
Talan er um tímalønt starv, har arbeiðstíðin í miðal er umleið 10 tímar um vikuna, við møguleika
fyri at arbeiða meira til tíðir. Starvið er tíðaravmarkað til lestrartíðina. Tann lesandi kann, í
sambandi við próvtøkur o.a., avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Løn sambært sáttmála við
Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Starvsstaðurin er hjá Brekumboðnum, Klaksvíksvegur 77, 700 Klaksvík. Tann, ið verður settur,
eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreistin er 22. november 2026. Umsókn, lívsrensl, prógv o.a. skulu sendast til
eilif@brekumbod.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eilif Magnusson Arge, stjóra á tlf. 781400.

Um Brekumboðið
Tvey fólk starvast hjá Brekumboðnum, sum er ein óheftur almennur stovnur. Brekumboðið arbeiðir fyri at fremja og verja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Arbeiðið fevnir millum annað um
ráðgeving, eftirlit og kanningar og at virka fyri, at sjónarmið og royndir hjá fólki, ið bera brek,
verða hoyrd og tikin við.

 

Ókeypis studentafestivalur í Tromsø



Vit bjóða ungum í aldrinum 18–30 at luttaka á tiltakinum Northern Futures Hub í Tromsø í Noregi 20.–21. februar 2027, sum FOLKE skipar fyri.

 

Tiltakið savnar ung úr londunum kring Norðuratlantshav at skifta orð um framtíðina, deila hugskot og taka lut í skapandi virksemi og samrøðum.

 

FOLKE rindar ferðina og gistingina. Luttakararnir gjalda eitt luttøkugjald á 40 evrur fyri at vátta, at teir ætla at luttaka. Luttakararnir hava sjálvir ábyrgd av at kanna krøv um visum og ferðaskjøl og at fáa neyðugu skjølini til vega í góðari tíð.

 

Meira kunning um FOLKE er at finna á folke.no.


https://lnkd.in/p/e2QPc6Ky 

Áhugað kunnu fáa nærri kunning við at seta seg í samband við Sylviu G. Magnussen á sylviagm@setur.fo.