Konsert, Setursbarr og nevndarval
Fríggjakvøldið 18/9 skipar Ráð Teirra Lesandi fyri Setursbarr í Perluni í Tórsgøtu í Havn.
Á skránni eru nevndarval til Ráð teirra Lesandi, ein stutt framløga um vitlíki og konsert við Guðrið Hansdóttir.
Tiltakið byrjar kl 19.00.
Les meiri um Ráð Teirra Lesandi HER.
Ungdómsstevna í Talinn
Við slagorðinum "Tín rødd. Títt hugskot. Okkara Framtíð." skipar estiska ungómsráðið fyri eini altjóða ungdómsstevnu.
4. og 5. desembur verður norðurbaltiska ungdómsstevnan 2026 í Talinn í Estlandi.
200 ung úr øllum Norður- og Baltalondum hittast at luta hugskot, bjóða hvørjum øðrum av og mynda framtíðina hjá økinum.
Tú kanst gerast partur av hesum einastandandi palli, har ung hittast til at taka lut í samskifti við meining, berjast við avbjóðingarnar, sum okkara ættarlið stendur yvir fyri og skriva tilmæli til okkara politisku skipanir.
Í ár fevnir stevnan um hesi fimm økini:
Vitlíkislopið
Radikalisering
Sálarheilsa
Trygd og Mótstøðuføri
Ungdómsluttøka í fólkaræði
Er hetta nakað fyri teg?
Tú kanst søkja, um tú ert millum 18 og 30 ár, dugir enskt nógv væl til at luttaka á stevnuni og hevur áhugað í onkrum av evnunum, sum viðgera og hevur hug at koma við tínum íkasti.
Umsóknarfreistin er kl 21.59, 20. septembur.
Tú kanst søkja her: https://tally.so/r/686jWN
Nærri kunning finnur tú á instagramsíðuni @nbyouthsummit ella heimasíðuni https://www.nordicbalticyouthsummit.com/
Tað er estiska ungdómsráðið, sum skipar fyri norðurbaltisku ungdómsstevnuni, við stuðuli frá norðurlendska ministararáðnum og NORDBUK.