Námsvísindadeildin
Her á Námsvísindadeildini kanst tú taka hægri námsfrøðiligar útbúgvingar. Meginøkið er lærara- og námsfrøðingaútbúgvingar.
Umframt undirvísing verður eisini granskað í námsfrøði og undirvísingarfrøði, og vit skipa eisini fyri eftirútbúgvingum.
Umframt at útbúgva lærarar og námsfrøðingar bjóðar Námsvísindadeildin út linjugreinalestur til fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar og onnur stakskeið.
Námsvísindadeildin bjóðar eisini út serstakar útbúgvingar innan námsfrøðiliga økið. Ein teirra er Ískoytisútbúgvingin, sum er uppstigan til bachelor fyri lærarar og námsfrøðingar, ið hava lokið prógv eftir lógum eldri enn 2008. Talan er um eina eitt ára langa útbúgving.
Adressa:
Undirvísing
Frælsið 20
FO-100 Tórshavn
Fyrisiting
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
nad@setur.fo