Talgildu søvnini á Føroyamálsdeildini
Í sambandi við granskingarvirksemið á FMD er nógv tilfar savnað gjøgnum árini. Deildin hevur til dømis stórt savn av orðaseðlum, sum hevur verið støðið undir orðabókararbeiði. Harumframt eitt víðfevnt staðarnavnasavn og hópin av siðsøguligum upptøkum av samrøðum við heimildarfólk kring landið. Í fleiri førum hava hesi eisini kvøðið og sungið inn á band. Í 2007 kom verulig gongd á talgildingina av hesum tilfari. Í 2016 varð avtala gjørd við Kringvarpið um at talgilda tað, ið eftir var av bondum. Partar av savninum eru atkomuligir fyri almenningin á netinum, meðan aðrir partar eru atkomuligir við serligum loyvi.
Til ber nú at leita í Orðaseðla- og Bandasavninum.
Orðaseðlasavn
Orðaseðlarnir eru allir skannaðir og skrásettir. Við at leita eftir einstøkum orðum ber til at síggja allar seðlar, ið finnast í savninum, við hesum leitorði. Í summum førum er talan um einfalda tilvísing til, hvar orðið er skjalfest, í øðrum førum kann talan vera um forvitnisligar frágreiðingar, sum kanska ikki allar eru tiknar við í orðabøkurnar.
Staðanavnasavn
Fleiri stórar innsavningar – m.a. hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning - eru tøkar í dátugrunni á deildini.
Bandasavnið
Í Bandasavninum eru stívliga 2.100 tímar av upptøkum. Innihaldið er skrásett á ymsan hátt, men sum oftast við upptøkudegi, heimildarfólki og innsavnara. Í summum førum eru upptøkur útskrivaðar og skipaðar í evnisbólkar, sum til ber at leita í. Upptøkurnar innihalda nógv áhugavert tilfar, ið er at meta sum mentanararvur, og skjalfestu røddirnar umboða eisini meginpartin av føroyskum bygdarmálum í samtíðini.