University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Mynd - list.útb..JPG
11.06.2019
Føroyamálsdeildin

23 hava søkt inn á útbúgvingina í listaligum arbeiði

Umsóknarfreist til útbúgvingina í listaligum arbeiði var leygardagin 1. juni á midnátt.

Av teimum 23 innkomnu umsóknunum eru 15 til Ritlist og 8 til Tónlist. Sambært ætlanini og lýsingini av útbúgvingini verður pláss fyri umleið 7 lesandi á hvørjari leið, men talið kann hækka ella lækka eitt sindur eftir talinum og dygdini á umsóknunum.

Umframt miðnámsskúlaprógv skuldu umsøkjararnir senda inn dømi um egið avrik og ein listaligan profil, t.e. eina stutta lýsing av sær sjálvum/sjálvari sum listafólki. Upptøkunevndir fara nú at meta um umsóknirnar.

Í upptøkunevndini fyri Ritlist eru: Rói Patursson, Anna Malan Jógvansdóttir og Bergur Djurhuus Hansen.

Í upptøkunevndini fyri Tónlist eru:  Andrea Heindriksdóttir, Teitur Lassen og Sunleif Rasmussen.

Viðgerðin av umsóknunum verður liðug seinni í hesum mánaðinum, og umsøkjararnir fáa boð fyrst í juli mánaði.

Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðari, fegnast um undirtøkuna og sigur, at talið av umsóknum greitt bendir á, at grundarlag er fyri slíkari útbúgving á universitetsstigi í Føroyum.

Undirvísingin byrjar 1. september og verður býtt sundur í verkstovur, ástøði og egið verk. Umframt undirvísing verður annað virksemi knýtt at útbúgvingini, og við millumbilum verða felags seminar fyri báðar leiðir, Ritlist og Tónlist.

Lýsing av útbúgvingini í listaligum arbeiði sæst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya