University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2022-09-16 at 14-20-55 Rektari til Fróðskaparsetur Føroya.png
16.09.2022
Setrið

Fróðskaparsetrið søkir rektara

Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður nú lýst leyst. Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt

Nú sitandi rektari leggur frá sær á nýggjárinum, søkir Fróðskaparsetur Føroya eftir nýggjum rektara at standa á odda fyri stovninum.

Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina við trimum árum afturat. 

Rektarin, sum søkt verður eftir, skal hava drúgvar leiðsluroyndir og hollan kunnleika til vísindaliga granskingar- og útbúgvingarøkið í Føroyum og altjóða.

Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi, og eisini fær viðkomandi ábyrgdina av at orða eina nýggja strategiætlan fyri Setrið, nú málini í galdandi strategi eru um at vera rokkin.

Umsóknarfreistin er 7. oktober 2022 kl. 12.00.

Lesið meira her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing